top of page

MEETING

& EVENTS

Hotel_Norð_-_Frontmynd.jpg
Hátíðarhalda ein dag

Okkara hølir hóska seg til øll sløg av veitslum. Snýr tað seg um brúdleyp, barnadóp, ferming ella føðingardag? Ella skal fyritøkan hjá tær bjóða viðskiftafólkunum ella starvsfólkunum ein betri bita? Saman við okkum fært tú bjóðað gestum tínum eina vælsmakkandi máltíð í einum fjálgum umhvørvi. ​

Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á hotel@hotelnord.fo ella tlf. +298 217020.

Brúdleyp á Hotel Norð

Er tað eitt brúdleyp at hátíðarhalda saman við vinum og skyldfólki, so kunnu vit her á Hotel Norð lætta um dagin og skipa fyri, at tú og tíni kæru kunnu savnast og fáa ógloymandi minnir frá degnum.

Vit eru fús at hjálpa. Í samráði við tykkum hjálpa vit við øllum – Umframt at svara vanligum spurningum viðvíkjandi hátíðarhaldinum, rigga vit hølini til, bíleggja innivist og taka atlit at serligum tørvi í matgerðini, um tað er neyðugt, og syrgja fyri at alt er upp á pláss.

Vit vísa fegin runt og greiða frá, hvussu vit kunnu hjálpa áðrenn stóra dagin.

Catering frá Hotel Norð

     

Ætla tit at halda ein merkisdag heima við hús ella aðrastaðni, bjóða vit okkum til at gera matin fyri tykkum og koyra tykkum hann til dyrnar.

Maturin verður pakkaður í termokassar, og er tí rúkandi heitur, tá hann kemur inn um dyrnar hjá tykkum.

Vit bjóða veiting alt frá 20 fólkum til 500 fólk.

Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á hotel@hotelnord.fo ella tlf. +298 217020.

Sí okkara matskrá

bottom of page